PrimaNota.ru - самый крупный в мире бесплатный архив песенных текстов, аккордов, табулатур и нот


Misc Unsigned Bands - Hanus G Johansen - Av Stolinum Presturin Roddi So - аккорды и текст

Регистрация Запомнить меня
Войти через:  Facebook Google Twitter Vk Yandex Mail.ru

Misc Unsigned Bands - Hanus G Johansen - Av Stolinum Presturin Roddi So - аккорды и текст

Печатать
Просмотров: 67
Hanus G Johansen - Av Stolinum Presturin Roddi So
Misc Unsigned Bands
Hanus G. Johansen - Av Stólinum Presturin Røddi So (Chords & Lyrics)

Listen to the song here: http://www.youtube.com/watch?v=ZyDp-q8zpwo


Intro:  A

         A                  G          D             A
01. Av stólinum presturin røddi so, syndarar komi í huga.
     A                   G              D                 A          
At hann sum ei heldur Harrans boð, í helviti í ævir skal loga.
      A                    E                  G                D          
Har eldsjógvur finst, ei sálin fær grið, tí Fanin er kikarin góður.
        D               A               G         D      A
Hann skørar í eldin so við og við, og lýtur at sálunum fróður.

02. Klør sínar krøkjur hann í teirra kropp, ið ringastir vóru av monnum.
Neyðaróp teirra hann svarar við spott, og Judas hann heldur í tonnum.
Tit vendi nú um, biðji Harran um grið, bert hann kann mót helviti stríða.
Men stendur hann ikki við tykkara lið, í fjandans føvning tit glíða.

03. Eg gleipti hvørt orð, og eg hugtikin bleiv, eg kendi meg sekan í mongum.
Eg fór heim til hús, meg úr klæðunum reiv, so í song, men svøvnur var eingin.
Tað presturin segði í huganum stóð, og samvitskan ýldi í oyra.
Minst til hvat í sætta boði stóð, eg rópti fyri ikki at hoyra.

04. Men einki tað bætti, tí líka snjælt, tað ljóðaði mær í sinnið.
Í helviti verður ei bálið kalt, har hevur tú fullvíst inni.
Hvørt prestsins orð mær í huga kom, og hárið tað kreyp mær á høvdið.
Í huganum sá eg fjandans skon, og tóktist at mær hann gløddi.

05. Eg helt fyri eygum, tá ið eg hann sá, hann klørnar eftir mær rætti.
Og Judas hann tugdi sum ein tyggir skrá, á kroppi var logið hvørt petti.
Í ræðslu og ótta mítt hjarta skalv, eg trúði so víst eg var fokin.
Men so við eitt hendan sjónin hvarv, tá gleddist eg vandin var lokin.

06. Úr songini fór eg, at vindeyganum eg gekk, og stardi í gólvið niður.
Mítt hjarta ei meira so harðliga gekk, tó var ei í sálini friður.
Tí samvitskan mælti enn hvøsslig orð, hon mintist tær syndir eg gloymdi.
Tá kom mær í huga tey prestsins orð, at Harrin best sálina goymdi.

07. Eg fell so á knæ, bað Harran um grið, og gav honum trygdarorð míni.
Fyri mær skal hvør kvinna fáa frið, eg halda skal boðini tíni.
Men tú mást meg verja mót fjandans klógv, og stiðja tá ið freistarin kemur.
Hitt sætta boð skal eg tá halda og nógv, av øðrum tú Harri krevur.

08. Eg kendi meg styrktan, av bønini stóð, nú skuldi eg betri verða.
Tá trein inn vinkona, kinreyð sum blóð, hjálp Harri hvat skal eg nú gera?
Hon smíltist so vinarligt, heilsaði blítt, og arm sín um háls mín hon legði.
Og hárið hekk niður um miðju sítt, tey eygu, tey eygu hon hevði.

09. Eg royndi at halda mítt trygdarorð, so sá eg hon mundi meg ynda.
Tá tveitti eg lyftini fyri borð, tí settur við kvinnum at synda.
Og gloymd vóru lyftir og fjandans skon, Og einki tað rann mær í huga.
Sum ein tími fór náttin og dagur kom, sól sást í eystri loga.

10. Tá fór hon og eg sæt eftir her, tá runnu mær lyftir í sinnið.
Tú lovaði væl, men hygg nú tín ger, nú fjandin fer við tínum skinnið.
Eg rópti á Harran, tú krevur ov nógv, hví skapti tú kvinnur á foldum.
Eg kann ikki halda tú krevur ov nógv, áh betur eg var undir moldum.
Áh betur eg var undir moldum, ja betur eg var undir moldum.

Páll Olsen 29.10.11 (Faroe Islands)
Добавлено: 09.09.2013
Другие материалы по этой песне:
  • Аккорды и текст

Страница создана 09.09.2013
http://primanota.ru/misc-unsigned-bands/hanus-g-johansen-av-stolinum-presturin-roddi-so-chords.htm
Привет, Гость.
Предлагаем пройти революционный курс по гитаре.
Подарок от PrimaNota.Ru, забирай!